Átta fingu miðlastuðul

Miðlastuðulsnevndin hevur á fyrsta sinni býtt út miðlastuðul til átta føroyskar miðlar

Miðlastuðulsnevndin hevur á fyrsta sinni býtt út miðlastuðul til átta føroyskar miðlar.

 

Tá ið freistin at søkja um miðlastuðul var úti, høvdu níggju miðlar søkt um at fáa stuðul burturav teimum tveimum milliónum krónunum, ið eru settar av á fíggjarlógini fyri 2017 til miðlastuðul.

 

Miðlastuðulsnevndin metti, at átta miðlar luku treytirnar at fáa útgoldið miðlastuðul, og hevur nevndin samtykt at játtað miðlunum stuðul úr kr. 19.160,00 upp í kr. 824.365,00.

 

Miðlastuðulin verður býttur soleiðis:

 

Sosialurin kr. 824.365,00

Dimmalætting kr. 294.902,00

Norðlýsið kr. 193.854,00

Portal.fo kr. 192.898,00

Rás 2 kr. 186.168,00

VP.fo kr. 152.514,00

R7 Kringvarp kr. 136.138,00

JN.fo kr. 19.160,00

 

Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.

 

Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli.

 

Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av umsóknunum serliga hugt eftir yvirskipaða endamálinum við lógini.

 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður millum annað nevnt sum endamál, at "Stuðulin skal medvirka til at økja útboðið av miðlum og margfeldi teirra." Og sagt verður eisini: "Seinastu mongu árini hava føroysku tíðindamiðlarnir havt trupul kor at virka undir. Politiskt ynski er um at venda gongdini, so tað ber til hjá verandi og møguliga fleiri tíðindamiðlum at virka á marknaðinum, og í hesum sambandi er gjørt av, at tíðindamiðlarnir skulu kunnu søkja miðlastuðul eftir nærri ásettum treytum." Hetta yvirskipaða endamálið hevur vigað nógv hjá nevndini, tá metast skuldi um, hvørt ein miðil hevði rætt til stuðul.

 

Bæði í lógini og meiri útgreinað í viðmerkingunum til lógina verða treytir settar við innihaldið í miðlunum, sum stuðul kann latast til: "Dentur verður í uppskotinum lagdur á, at stuðulin skal kunna veitast tíðindamiðlum, hvørs redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum og viðkomandi altjóða viðurskiftum úr einum føroyskum sjónarhorni." Miðlastuðulsnevndin hevur í samsvari við endamálið við lógini valt eina breiða tulking av hesum ásetingum.

 

Hetta er fyrstu ferð, nevndin tillutar stuðul, og tí er ikki gjørligt at gera av, um stuðulin er við til at røkka endamálinum viðv. innihaldi og politiska ynskinum. Miðlastuðulsnevndin heldur tað tí vera skilagott seinni at meta um, hvørt stuðulin hevur verið við til at røkka kravinum til ávíst slag av innihaldi, sum nevnt verður í viðmerkingunum til lógina.