Átta frystilínuskip eru til fiskiskap

Væntandi er ikki, at nógvur útróður verður hesa vikuna, tí streymur og veður eru ikki til vildar.

 

Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, og tey koma bæði inn at landa fyrst í hesi vikuni.

 

- Skipini hava mest av hýsu og toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Í løtuni eru eisini átta frystilínuskip til fiskiskap.

 

- Trý fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, og trý eru á landgrunninum.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymur og veður ikki vera til vildar hesa vikuna.

 

- Tí vænta vit ikki, at tað verður nógvur útróður hesa vikuna, verður lagt aftrat.