fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Mildrið Jacobsen 03.01.2018 (12:00)

Átta kvinnur søkt varastjórastarv á Landssjúkrahúsinum

Tá freistin at søkja starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum var úti í gjár, hevði Heilsu- og innlendismálaráðið fingið átta umsóknir.

Allar átta umsóknirnar eru frá kvinnum, upplýsir Heilsu- og innlendismálaráðið, sum í næstum fer undir setanartilgongdina.

Starvsskeiðið hjá verandi varastjóra Nainu Túgvustein er úti 1. mars 2018. Hon hevur røkt starvið í umleið átta ár, upplýsir Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Turid Arge sigur, at miðað verður eftir at seta starvið í hesum mánaðinum. Starvið verður ikki áramálssett.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her