August Wang 70

Tann 7. november 2018 fyllir August Gabriel Wang, ættaður úr Kaldbak og búðsitandi á Frederiksberg í Danmark, 70 ár. Í dag er 70 ár tó ongin aldur,tá man framvegis arbeiðir fulla tíð og gott og væl tað.

 

Tað varð ikki sungið við vøgguna í Kaldbak, at August skuldi gerast akademikari, hann gekk í veruleikanum bara í skúla hálvan dag øll barnaárini, og bert hjá einum lærara dagliga. Tað var kannska mamman Astrid Wang, sum helt sonin til bøkurnar, og væl hevur borið til. August gjørdist studentur í Hoydølum og tók sum 27 ára  gamal prógv sum lækni á Universitetinum í Keypmannahavn.

 

Essa  Arge sáli vildi fegin havt August undir sínar kirurgisku veingir, men tað var Árni Olsen sáli, sum gav íblástur til leiðina sum sálarlækni.

 

Í stuttum kann sigast, at August Wang gjørdist serlækni í psykiatri í 80unum í Odense og tók doktaraheitið í 1996, eisini í Odense. August starvaðist sum yvirlækni í psykiatri í Føroyum í 9 ár og hevur starvast í gott 20 ár í Keypmannahavn á Psykiatrisk Center Amager, nú sum yvirlækni á Kompetencecenter for Selvmordsforebyggelse. 

 

August hevur eisini verið aktivur fakliga og verið virkin í Videnskabsetisk Komite. August hevur framvegis sítt dagliga yrki og hevur ábyrgd av læknalesandi á staðnum, hann er eisini lektor við Universitetið í Keypmannahavn og arbeiðir  sum granskari í sjálvmorðsfyribyrging og genetik.

 

August Wang hevur, saman við sjúkrarøktarfrøðingi Marianne Hvid, lagt lunnar undir Amager Projektið, sum í stuttum snýr seg um, at fólk, sum hava roynt sjálvmorð, men ikki blíva innløgd, fáa bjóðað uppfylgjandi vitjanir aftaná. Projektið hevur havt so góð úrslit, at tað nú er implementerað á øðrum sjúkrahúsum, eitt nú Bispebjerg Hospital.

 

August er sera hjálpsamur av lyndi, og tað er nokk meira enn ein lækni, sum hevur takkað honum fyri, at prógvið kom í hús. Mong eru eisini tey, sum hava notið gott av hansara fakliga kunnleika og hjálpsemi, tá lívið gjørdist tungt, eisini uttanfyri  sjúkrahúsverkið.

 

August hevur altíð verið eitt familjumenniskja, men hevur ikki nakað fríðtíðar ítriv sum so. Hann sigur sjálvur skemtiliga, at hann ikki skilur ímillum arbeiði og ítriv. Tað er tó eitt, sum kann fáa mannin til at leggja alt frá sær, og tað eru abbabørnini bæði, Magnus og Freja, sum eru 8 og 4 ára gomul. Tey elska hann treytaleyst og vita, at um tey vilja uppnáða okkurt, sum omma sigur nei til, so er bert at spyrja abba, sum uppá sín diplomatiska máta fær eitt nei at blíva til eitt ja. Teir mongu túrarnir úti í skóginum ella á teimun ymisku spælipássum, eru eisini eitt ”hit”.

 

Góði August, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og nógv góð ár afturat saman við okkum.

 

 

Konan og synirnir við familju