Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 10.02.2019 (17:27)

Ávara um ov stórar motorar

Politimeistarin í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay, ávarar nú um, at nógvar jollur í Grønlandi hava alt ov stórar motorar, og hann vísir á, at motorar, sum eru 200-300 hestar í einari jollu, kunnu vera lívsvandamiklir.

 

Tøl yvir bjargingarátøk hjá løgreglu og Arktisk Kommando, vísa týðiliga, at lívsvandamiklar støður kunnu standast í jollum, og hagtøl vísa eisini, at flestu vanlukkur henda í Diskovíkini og nærindis Nuuk.

 

Flestu neyðrakettir verða sendar av fólki, sum eru vorðin neyðstødd í jollum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá bjargingarráðnum innan skips-og loftferðslu.

 

Sambært politimeistaranum í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay, kann ein trupulleiki vera, at jollur hava ov stórar motorar.

 

- Eg stúri fyri gongdini, har jollur fáa størri og størri motorar. Sjálvandi eru tað jollur, sum eru bygdar til at kunna klára motorar við 200-300 HK.

 

Politimeistarin vísir á, at tað eru eisini jollur, sum hava størri motorar, enn tær eru bygdar til, og tá kann hetta gerast lívsvandamikið, sigur Bjørn Tegner Bay við www.sermitsiaq.ag


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her