Ávarar føroyingar sum fara at ferðast

Hervilig sjúka ger um seg fleiri staðni í Evropa og tey, sum fara at ferðast, eiga at tryggja sær, at tey eru mótstøðufør


Tey, sum fara uttanlands at ferðast, ella í øðrum ørindum, eiga at tryggja sær, at tey eru mótststøðufør ímóti meslingum. Tað sigur landslæknin, í eini ávaring til føroyingar.

 

Talið á fólki, sum hava fingið meslingar ymsa staðni í Evropa, er fleirfaldað seinastu tíðina og fyrra hálvár í ár eru 41.000 tilburðir av meslingum staðfestir í ymsum londum í Evropa, mest í Rumenia, Grikkalandi, Fraklandi, Italia, Ukreina og í Russlandi. Í alt fjør vóru 24.000 tilburðir av meslingum í Evropa. 

 

Sostatt eru tað eisini í fleiri vældámdum ferðamálum hjá føroyingum, at meslingar eru staðfestir og, Lars Fodgaard Møller, landslækni

 

Tey, sum ikki eru koppsett fyri meslingar, eiga tí at lata seg koppseta, áðrenn tey fara uttanlands at ferðast, sigur landslæknin. Tey, sum eru koppsett, ella tey, sum hava havt meslingar, eru mótstøðufør og tey hava ikki fyri neyðini at lata seg koppseta aftur.

 

Ein tummilsregla er, at tey, sum eru fødd fyri 1975, hava havt meslingar, og eru mótstøðufør, leggur hann afturat.

 

Besta verjan ímóti meslingum er at lata børnini koppseta. Koppsetingin ímóti meslingum er við í MFR koppsetingini, sum børnum stendur í boði at fáa tá ið tey eru 15 mánaðir gomul, og so verða tey aftur koppsett, tá ið tey eru fýra ára gomul. Men tey, sum ikki eru koppsett, kunnu fara til lækna at fáa tað gjørt. 

 

Tey, sum ikki eru mótstøðufør, og fara uttanlands at ferðast, serliga har meslingar ganga, eru í vanda fyri fáa meslingar, sigur landslæknin.