Leita á in.fo

Barbara Holm 11.06.2018 (20:55)

Avdúking: Her eru teldupostarnir millum Johnny og VP

Tvær ferðir í síðstu viku skrivaði Johnny í Grótinum greinar á Vágaportalinum um sína egnu starvsfólkaósemju við Liljan Weihe. Men í báðum førum vórðu greinarnar lagdar út í navninum hjá Ólavur í Beiti, ábyrgdarblaðstjóra á vp.fo. Skuggaspælið hjá Johnny í Grótinum og Ólavur í Beiti sæst her undir greinini.

 

 

Teldupostur/Grein 1:

“VP hevur spurt kringvarpsstjóran um viðmerkingar til, at Mentamálaráðið hevur givið honum viðhald í, at kæran ikki skuldi fáa steðgandi virkna. Johnny í Grótinum hevur ongar viðmerkingar til avgerðina”.

 

Soleiðis stendur millum annað at lesa í telduposti, sum Johnny í Grótinum sendi til Ólavur í Beiti, ábyrgdarblaðstjóri á vp.fo tann 5/6 í ár – tað vil siga týsdagin í síðstu viku. Telduposturin, har Johnny í Grótinum siterar seg sjálvan fyri einki at vilja siga byrjar við orðunum “Hey Ólavur. Uppskot til grein um avgerð Mentamálaráðsins”.

Hesin teldupostur inniheldur eina grein, sum hevur yvirskriftina “Mentamálaráðið avvísir umbøn frá Liljan Weihe”.

 

Hesin fyrsti telduposturin varð sendur frá mailadressuni jig(att)kvf.fo Johnny í Grótinum til beiti(att)kallnet.fo, sum er mailadressan hjá Ólavi í Beiti, ábyrgdara á vp.fo. Telduposturin varð sendur avstað týsdagin í síðstu viku klokkan 9.42. Klokkan 9.57 sama dag lá greinin á vp.fo, men nú varð høvundurin broyttur til Ólavur í Beiti. Sí teldupost og grein 1 aðrastaðni her á síðuni.

 

Als eingin munur er á greinini, sum Johnny í Grótinum sendi til Vágaportalin og so tað, sum ábyrgdarin Ólavur í Beiti legði út á síðuna 15 minuttir aftaná.

 

 

Teldupostur/Grein 2:

Nakað líknandi fyrra døminum, byrjar ein annar teldupostur til Ólavur í Beiti frá Johnny í Grótinum við orðunum “Uppskot til grein um nágreinanina”.  Tann telduposturin er sendur hósdagin í síðstu viku, also 7/6 í ár, og hevur yvirskriftina “MMR: Kringvarpsstjórin hevur leiðslurættin”.

 

Telduposturin er somuleiðis sendur frá [email protected] til [email protected]  - frá Johnny í Grótinum til Ólavur í Beiti. Tíðspunktið er 00.30, also stutt eftir midnátt hósnáttina, og klokkan 02.14 leggur Ólavur í Beiti greinina út. Undiryvirskriftirnar, sum Johnny í Grótinum setti í greinina eru burtur, og Ólavur í Beiti hevur broytt orðið “mentamálaráðharri” til “mentamálaráðkvinna”. Men annars eru greinarnar púra eins.

 

Báðar greinarnar, sum Johnny í Grótinum hevur sent til Ólavur í Beiti á Vágaportalinum, og sum Sosialurin hevur fingið hendur á, eru sostatt lagdar út á vp.fo at kalla orðarætt – men ikki undir navninum hjá Johnny í Grótinum. Á vp.fo stendur Ólavur í Beiti sum høvundur. 

 

 

Johnny gevur Sosialinum skyldina

Johnny í Grótinum hevur tó hug at geva Sosialinum skuldina fyri hendingarnar. Johnny í Grótinum sigur millum annað, at tað, at Vp velur at brúka tekstin hjá sær í fullum líki er fult og heilt upp til VP. Hann sigur, at Sosialurin er ein partur av málinum um Liljan Weihe og tí er tað eyka átroðkandi, at hann greiðir VP frá samanhanginum í málinum. 

 

 

- Tú ert sjálv ein partur av uppsagnarmálinum viðvíkjandi Liljuni Weihe, tí sambært avgerðini hjá MMR er staðfest í tínari skriving, at innanhýsis notatið hjá Liljuni Weihe er keldan til blaðgreinar tínar um sokallaðu orrustuna í KVF. Allíkavæl hevur tú (ella stjóri tín) valt at seta teg á dekningin av hesum málinum. Hetta ger tað upp aftur meiri átroðkandi hjá mær at greiða í hesum førinum VP.fo frá innihaldinum í hesum báðum avgerðum frá MMR. At Ólavur í Beiti á VP velur at brúka boð míni er fult og heilt upp til hann, skrivar Johnny í Grótinum. Les alla viðmerking hansara við at trýsta her

 

 

Les meira um málið í Sosialinum í dag. 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her