Fleiri av ukrainsku flóttarfólkum í Føroyum hava greitt frá síni støðu í Sosialinum

Avgera lagnuna hjá 50 flóttum úr Ukraina í dag

Løgtingið skal í dag atkvøða endaliga um at taka 50 ukrainsk flóttafólk til Føroya. Sambandsflokkurin er ímóti

Fleiri av ukrainsku flóttarfólkum í Føroyum hava greitt frá síni støðu í Sosialinum

Uppskotið hjá landsstýrismanninum um at hækka kvotuna av flóttafólkum úr Ukraina við 50 fólkum verður helst samtykt í Løgtinginum í dag, tá málið kemur til triðju viðgerð. Men í mun til seinast, tá Løgtingið samtykt at taka 200 flóttar úr Ukraina, so er ikki full semja í Løgtinginum hesaferð, tí Sambandsflokkurin er ímóti uppskotinum. Flokkurin heldur, at vit eru ikki nóg væl fyrireikað at taka ímóti flóttum.

Tá málið var til aðru viðgerð í síðstu viku síðani atkvøddi samgogan saman við Beiniri Johannesen, Árna Skaale og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, og Jenis av Rana og Stefan Klein Poulsen úr Miðflokkinum fyri, meðan teir fýra sambandsmenninir, Bárður á Steig Nielsen, Erhard Joensen, Helgi Abrahamsen og Magnus Rasmussen atkvøddu ímóti at hækka talið av flóttafólkum úr Urkaina. 

Blankt atkvøddu Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum saman við Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum.

Málið verður uttan iva samtykt, tá tað kemur til 3. viðgerð í dag, tí øll samgongan tekur undir við tí saman við Miðflokkinum og helminginum av Fólkaflokkinum. 

Tað er heldur ikki óvanligt, at tingfólk, sum hava atkvøtt ímóti ella blankt skifta støðu til 3. viðgerð. 

Uppskotið verður uttan iva samtykt. So er bara spurningurin, sum tað verður eitt samt Løgting, ella um Sambandsflokkurin stendur við sítt, at vit ikki skulu taka fleiri flóttafólk úr Ukraina – fyrr enn vit eru betri fyrireikað at taka ímóti teimum, sum flokkurin sigur.

 

Fleiri av ukrainsku flóttarfólkum í Føroyum hava greitt frá síni støðu í Sosialinum