Leita á in.fo

Her prátar Óli G. Samuelsen við Anniku á Stongum hjá SÍ aftaná ein dyst í Trongisvági farna kappingarár (Savnsmynd: Suni Y. Petersen)

Heri Simonsen 10.11.2018 (15:25)

Avgerandi bóltarnir og samrøða: Dráttur-SÍ 2-3 (FM1)

SÍ vann eina sera spennandi grannauppgerð ímóti Drátti á útivølli í høllini á Giljanesi.

 

Kvinnurnar hjá SÍ vunnu 3-2. Settmunurin var 21-25, 26-24, 16-25, 26-24 og 9-15.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum í tí spennandi grannauppgerðini.


2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Anniku á Stongum, leikandi venjara hjá SÍ.

 

Í sigursgleðini harmast Annika á Stongum um, at skrivarin Dráttur hevði til dystin ikki helt seg til sín setning, og lat verða við at práta uppií undir dystinum. Annika heldur, at tað er ein ringur skikkur.

 

Óli G. Samuelsen brúkti eitt korter fyri at fáa eina viðmerking frá einum umboði frá Drátti, men tað eydnaðist tíverri ikki. Óli mátti víðari til Sørvágs har hann klokkan 16 skal siga frá mansdystinum millum SÍ og ÍF.

 

Í Kollafirði vann TB 3-1 á Kollafirði. Settmunurin var 20-25, 25-8, 20-25 og 15-25. Við sær fekk TB steyp frá CAJ-handlinum, ið lat steyp til vinnandi liðið í samband við, at handilin fyllir 90 ár. 

 

Fleyr hevur 9 stig, SÍ 8 stig, KÍF og TB hava 6 stig, Mjølnir hevur trý stig og SÍ hevur eitt stig. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her