Leita á in.fo

SÍ vann 3-1 á ÍF vesturi í Sørvági (Savnsmynd)

Heri Simonsen 10.11.2018 (17:50)

Avgerandi bóltarnir: SÍ-ÍF 3-1 (FM1)

Mansliðið hjá SÍ hevur vunnið seg uppá annað plássið í meistaradeildini í flogbólti við einum 3-1 sigri á ÍF á heimavølli í dag.

 

Settmunurin var 25-15, 25-21, 23-25 og 25-15.

 

Mjølnir hevur 9 stig, SÍ hevur fimm stig, Fleyr hevur fýra stig og ÍF er aftast við ongum stigi. Í morgin klokkan 13 spæla Mjølnir og Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Jana Egholm var viðmerkjari.

 

HER ber til at hoyra tað sum Julian Vest Niclasen (SÍ) og Bartal Eliasen (ÍF) høvdu at siga aftaná dystin. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her