Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 20.04.2017 (18:41)

Avgerðin um nýskipan skal takast í kvøld

Sum skilst, so hevur ein partur av Javnaðarflokkinum givið restini av samgonguni eitt uppskot til fiskivinnunýskipan, ið víkur frá teim ætlanum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum annars hevur havt.

 

Samgongu flokkarnir hava hvør í sínum lagi sitið á fundi í dag í løgtinginum og viðgjørt nýggja uppskotið.

 

Júst hvussu langt frá uppruna uppskotinum tað nýggja víkur frá, er eitt sindur torført at siga. Summi tingfólk siga, at tað tað skulu stórar broytingar til áðrenn nakað verður góðtikið, meðan onnur eru meira vónrík um, at ein semja kann finnast.

 

Samgongan hevur sitið saman á Tvøroyri í tveir dagar, í eini roynd at fáa eina semju í samgonguni, men tað spurdist ikki nakað endaligt úrslit burturúr. Trupulleikarnir eru teir somu, sum teir hava verið leingi, har summi tingfólk ikki taka undir við pørtum av uppskotum so sum at broyta fiskidagar til kvotur, søla av rættindum, kappingarreglur, økiskvotur og at selja landaðan fisk á uppboðssølu.

 

Nú frættist, at ein niðurstøða skal takast í kvøld og at eitt uppskot er lagt fram, ið linkar um krøvini á teim stóru knútapunktunum í samráðingunum. Løgmaður skal av landinum í morgin og vil hava, at málið verður avgreitt áðrenn skal avstað.

 

Júst hvussu punktini í nýggja uppskotini síggja út, hevur ikki eydnast at fingið við. Tó tykist tað greitt, at tað er í kvøld, at ein avgerð skal takast og at annar parturin má geva seg nakað, um ein semja skal fáast innanhýsis í samgonguni.