Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 13.06.2018 (12:12)

Avicii er jarðaður í Stockholm

Tað kom sum ein skelkur, tá ið heimskendi Avicii varð funnin deyður á einum hotellkamari í Oman tann 20. apríl. 

Avicii var dj og tónleikaframleiðari, og hann doyði bert 28 ára gamal.

NME skrivar, at um vikuskiftið varð Tim Bergling, sum var borgarliga navnið hjá Avicii, jarðaður í heimbýnum Stockholm. 

Talan var um privata jarðarferð fyri teimum næstu. 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her