Avstralskir myndugleikar dripið tveir stórar hávar

Eftir tvey ymisk álop í Whitsundays eydnaðist myndugleikunum at drepa tveir tikarahávar. Annar var 3,3 metrar langur

Avstralskir myndugleikar hava driðið tveir stórar hávar, eftir at ein kvinna og ein genta fyrr í vikuni vórðu álopnar við oyggjarbólkin Whitsundays nærindis Great Barrier Reef.

 

Talan var um tvey ymisk álop, og báðar eru framvegis á sjúkrahúsi.

 

Ein 12 ára gomul genta úr New Zealandi, sum var og ferðiast saman við pápa og systir, varð hósdagin álopin í Cid Harbour og bitin í beinið.

 

Dagin fyri var ein 46 ára gomul kvinna úr Tasmania álopin í sama øki á einum snorklatúri og bitin í lærið.

 

Eftir álopini fóru avstralskir fiskimenn at jakstra tann ella teir hávarnar, sum høvdu fram álopið.

 

Fiskimenn við havnarøkið kring Whitsundays settu línur við stórum húkum við agni.

 

Í dag upplýsir talsmaður fyri fiskarivinnuna í Queensland, at myndugleikarnir hava fangað tveir stórar tikarahávar. Annar av teimum er 3,3 metrar langur.

 

– So stórir hávar kunnu vera ógvuliga vandamiklir fyri fólk, men vit kunnu ikki vita við vissu, um tað vóru hesir hávarnir, ið lupu á kvinnuna og gentuna, sigur talsmaðurin.

 

Hann leggur afturat, at línurnar við agninum fara at standa í eina viku afturat fyri at minka um vandan hjá fólki í sjónum.

 

Whitsundays er eitt vældámt ferðamál bæði fyri avstralsk og útlendsk ferðafólk. Ikki minst tí at oyggjabólkurin liggur nærindis heimsins størsta koralriv, Great Barrier Reef.

 

Hávaálop eru sjáldsom í Whitsundays. Tað eru átta ár síðani, at tað seinast var eitt álvarsamt hávaálop í økinum.

 

/ritzau/AFP