Avtalubrot: - Hetta ber ikki til

- Tað ber ikki til, at fólk eru burturstødd tá atkvøðugreiðslur eru, uttan at hava varafólk inni fyri seg, sigur Aksel V. Johannesen.

Fyri løtu síðani varð uppskotið um at broyta skattalógina so, at fakfelagsgjøld kunnu trekkjast frá í skatti, felt á Føroya løgtingi. Hetta hóast tann veruleika, at samgongan hevði avtalu við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu um, at uppskotið skuldi samtykkjast.

 

 

- Vit blivu lumpað í Løgtinginum, tí Miðflokkurin tók undir við álitinum, men atkvøddi ímóti. Hevði man vitað, at Miðflokkurin ikki atkvøddi fyri, so hevði man útsett atkvøðugreiðsluna til samgongan var fullmannað, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

 

Men eigur tú ikki at taka í egnan barm, tá ið tað er ein tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum manglaði í, fyri at samgongan kundi telja upp í 17?

 

 

- Jú. Tað er eingin ivi um, at eg hevði ynskt, at man hevði varafólk inni fyri seg, ella at man hevði cleara við onkran. Men eg taki í egnan barm og hatta mugu vit taka innanhýsis, sigur Aksel V. Johannesen.

 

 

Kristin Michelsen er tann 17. maðurin, sum í dag vantaði í hjá samgonguni fyri at samtykkja uppskotið um at broyta skattalógina. Kristin Michelsen er burturstaddur í feriu, men hevur ikki fingið varafólk inn fyri seg.

 

 

- Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til, at fólk eru burturstødd tá ið atkvøðugreiðslur eru, uttan at hava fingið varafólk fyri seg ella at hava cleara við onkran, sigur løgmaður og leggur aftrat, at hann framvegis vónar, at samgongan kann telja upp í 17 í morgin, tá ið uppskotið um at nýskipa fiskivinnuna fer til triðju og seinastu viðgerð í morgin.

 

 

Sonja Jógvansdóttir hevur annars sagt, at hon heldur avtalur við samgonguna so leingi samgongan heldur avtalur við seg. Spurningurin er tí, um hetta er avtalubrot og harvið viðførir, at Sonja Jógvansdóttir atkvøður ímóti nýskipanini.