Leita á in.fo

Jóannes Hansen 12.08.2017 (17:53)

B36 er nú eitt stig frá bronsuni

Tað endaði 1-0 til gestirnar í báðum dystunum, sum vóru klokkan 15 ídag. B36 vann 1-0 á Suðringum í Trongisvági, og Skála vann 1-0 á ÍF í Fuglafirði.

 

B36 vann sætta sigurin á rað. At Jákup á Borg og hansara menn hava trý stig við sær norður við Smyrli ber við sær, at B36 nú er eitt stig frá triðja plássi. KÍ er á bronsuplássi við 33 stigum, og B36 hevur 32 stig. Málmunurin hjá B36 er +17, og hjá KÍ er málmunurin +9.

Sigursmálið í Trongisvági skoraði Patrik Johannesen, sum er uppaldur í TB.

-Hetta er ein góð kensla. Vit vóru væl upplagdir og raktu tríggir ferðir tvørtræið í fyrra hálvleiki. Vit áttu at verið frammanfyri við meiri enn 1-0 – kanska 2-0 ella 3-0. Í steðginum avráddu vit at vísa góðan hugburð og ansa eftir, at mótstøðumenninir ikki spældu seg til møguleikar. Tað eydnaðist, hóast tað onkuntíð var spenningur, tá ið teir høvdu innkast og horna, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

-Vit mugu staðfesta, at B36 var betri enn vit, og at gestirnir spældu seg til fleiri møguleikar, enn vit megnaðu. Í seinna hálvleiki vóru vit óførari, enn vit vóru undan steðginum, tí tá vunnu vit fleiri nærdystir á miðvøllinum, staðfestir venjarin hjá Suðringum Maurice Ross.

 

Í Fuglafirði eydnaðist tað Skála at skora sigursmálið, tá ið tað restaði eitt lítið korter. Málskjútti var Brian Jacobsen, sum lítla løtu frammanundan var skiftur inn.

Úrslitið ber við sær, at Skála hevur 20 stig og lyftir seg upp um Suðringar. Skála er nummar sjey við 20 stigum og málmuninum -6, og Suðringar eru á áttanda plássi við málmuninum -7.

ÍF vísti góðan hugburð í fyrra hálvleiki, tá ið fuglfirðingar pressaðu mótsstøðumenninar frammarlaga á vøllinum, men tað eydnaðist ikki ÍF at skjóta mál. ÍF er aftast við seks stigum, og nú eru tað fjúrtan stig fram til áttanda plássið.