B36 strikar atgongugjaldið

Fuglfirðingar fara enn einaferð at dyrgja eftir fyrsta stiginum í ár

Hóskvøldið spældi B36 seg víðari í kappingini um løgmanssteypið. Tað var við 3-1 heimasigri ímóti Skála.

 

Aftur í kvøld eigur B36 heimavøll. Tað er í landskappingini, har mótstøðuliðið er ÍF.

 

B36 bjóðar øllum áskoðarum ókeypis atgongd til dystin í kvøld.

 

Vit eru hjartans fegin um stóra stuðulin hóskvøldið, og vit vóna at síggja tykkum og fleiri onnur aftur í kvøld, sigur B36 á facebooksíðu síni.

 

Í landskappingini hevur tað síðstu ferðirnar ikki gingið so væl hjá B36. Tríggjar tær seinastu ferðirnar er samlaða úrtøkan eitt stig, og í B36 leguni varð tað mett at vera botnurin, tá ið tað næstsíðsta sunnudag endaði við 4-0 tapi í Gøtu.

 

Higartil í ár hava Michal Przyblski, Eli Falkvard Nielsen og Benjamin Heinesen ikki verið við, tí teir eru skaddir.

 

Hjá ÍF hevur tað ikki gingið væl í ár. ÍF bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum. Jákup Martin Joensen er nýggjur ÍF venjari. Í fyrstu royndini endaði tað við 1-0 tapi í steypadystinum á Svangaskarði. Tá var Dánjal á Lakjuni ikki við, og tá spældi Uros Stojanov í fyrra hálvleiki og Jhon Mena i seinna hálvleiki.

 

Síðsta ferðin, at fuglfirðingar vunnu stig ímóti B36 í Gundadali, var 2. mai í 2021, tá ið úrslitið var 2-2.

 

B36 – ÍF: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00.