fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 12.08.2017 (11:19)

B36 tevjar bronsuna

Kurvan peikar beint uppeftir hjá B36. Tølini siga, at síðani skaddu spælararnir komu fyri seg aftur, hava Jákup á Borg og hansara menn vunnið alt. Úrtøkan er fimtan stig í fimm dystum við málmuninum 16-5.

Undan trettanda umfari var B36 á fimta plássi við seytjan stigum og sjey stig frá bronsuplássinum. Um B36 seint seinnapartin hevur fulla úrtøku við umborð, tá ið Smyril loysir av Drelnesi, so verður úrtøkan 32 stig og tá verður bara eitt stig fram til bronsuplássið.

 

Hóast 5-2 ímóti ÍF síðsta sunnudag so var Jákup á Borg ikki nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki.

-Vit vóna og ætla, at avrikið í dag skal líkjast tí í seinna hálvleiki síðsta sunnudag og avgjørt ikki tí í fyrra hálvleiki, tá ið vit ikki vunnu nærdystirnar. Í dag verður neyðugt at vinna nærdystirnar, um vit skulu hugsa um fulla úrtøku við Stórá. Málið er framvegis at blanda okkum, har tað er hugaligt at spæla. Tað er altíð torført at spæla í Suðuroy, men tað er møguleiki fyri, at vit kunnu vinna fulla úrtøku og harvið vinna sætta sigurin á rað. Treytin er, at vit arbeiða hundrað prosent fyri søkini, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Hannes Agnarsson, Jógvan Skeel Nolsøe og Bjarni Petersen eru á B36 skaðalistanum. Lukasz Cieslewicz er tøkur aftur eftir leikbann. Síðsta sunnudag vóru Høgni Eysturoy og Alex Mellemgaard vongverjar. Teir hava í vikuni báðir verið skaðadarvaðir.

 

Meðan B36 hevur vunnið fulla úrtøku fimm tær seinastu ferðirnar, so hevur tað verið soltið hjá Suðringum, sum harvið eru svangir. Fyrr í ár vístu teir sera góðan hugburð, tá ið tað á heimavølli ímóti B36 eydnaðist at venda 0-2 til 3-2.

Eftir trettanda umfar vóru Suðringar á fjórða plássi við nítjan stigum – tvey stig frammanfyri B36. Nú hava Suðringar tjúgu stig og eru níggju stig aftanfyri B36.

Hóast teir løgdu rygg til 4-0 tap í Runavík, so hevur venjarin hjá Suðringum, Maurice Ross, ikki lagt kongin:

-Persónlig mistøk vóru orsøk til, at tapið varð so stórt. Munurin í avriki var ikki fýra mál. Hugburðurin var góður. Ímóti B36 í dag verður tað torført. Tað er altíð møguleiki fyri at vinna, og vit hava fyrr í summar vunnið ímóti B36. Um tað gongur heilt væl hjá okkum, og um B36 hevur ein minni góðan dag, so kann tað bera til, og vit fara at leggja okkara í fyri at tað skal eydnast, sigur Maurice Ross.

Hjá Suðringum eru allir spælararnir tøkir – eisini Jón Krosslá Poulsen og Eirikur Magnusarson, sum vóru leikbannaðir ímóti NSÍ.

 

Suðringar-B36: Petur Reinert klokkan 15.00


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her