B36 vann 32-0!

Átta ÍF spælarar eru á veg úr Gundadali við søguliga stórum tapi

Tíbetur eru dómaraseðlarnir nú talgildir. Um tað var gamla slagið av seðlum, so hevði tað verið trupult at fáa pláss fyri málskjúttunum hjá Rana A. Skaalum, sum var dómari, tá ið teir næstbestu hjá B36 tíðliga seinnapartin høvdu vitjan av ÍF.

 

B36 vann 32-0. Hálvleiksstøðan var 17-0. Støðan var 9-0, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir.

 

Tað vóru sjey ÍF spælarar á vøllinum, tá ið dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð, og ein legðist aftrat í fyrra hálvleiki. Tað hevur gingið illa hjá ÍF at manna næstbesta liðið, sum einki stig hevur vunnið síðani uppflytingina í fjør.

Teir átta, sum í dag møttu upp, ásanna ivaleyst saman við øllum øðrum, at tað næsta ár sannlíkt verður hugaligari, tá ið ÍF fer at spæla ímóti meiri hóskandi mótstøðuliðum í 2. deild.

Størsti sigurin higartil í ár var annars, tá ið HB 29. apríl vann 13-1 í Fuglafirði. Tað er neyvan nakrantíð áður komið fyri, at eitt lið í 1. deild hevur vunnið við 32 málum.

 

B36 málskjúttarnir: Uni Holm Johannesen (7), Magnus Holm Jacobsen (6), Heini í Skorini (4), Hugin Samuelsen (4), Árni Gulborg Nielsen (3), Gilli Samuelsen (3), John Hansen (2), Áki H. Olsen (2) og Símun Joensen (1).