B36 vann VVF-Kup

Jákup á Borg hevur vunnið sítt fyrsta heiti sum venjari

Fyri fyrstu ferð í søguni hevru B36 vunnið VVF-Kup, sum er kappingin hjá Venjarafelagnum. Undanfarnu trý árini hevur HB vunnið kappingina, sum bleiv avgreidd í Gundadali í gjár. Spælt verður ein hálvleik á ein hálvan tíma.

 

B36 vann finaluna móti uppflytarunum úr 07 Vestur. Sjálv finalan endaði við brotssparkskapping, eftir málleysan dyst. Her vann B36 4-3. Eitt sindur óvæntað eydnaðist tað 07 Vestur at vinna á bæði HB og KÍ í bólkaspælinum.

 

Sermerkt fyri kappingina var, at allir dómararnir vóru á dómaraskeið. Tí vóru tað kendir menn sum Egga Jensen, Baldvin Baldvinsson, Kim Ejdesgaard og Oddmar Andreassen, ið dømdu. Sagt verður úr Gundadali, at tað komu teir avbera væl frá.