Leita á in.fo

Jóannes Hansen 13.08.2017 (21:17)

B68 hevur kós móti uppflyting

Tað er heilt nógv, sum bendir á, at tvey lið fara at kvalifisera seg at flyta upp úr næstbestu deildini. Harvið er tað eisini nógv, sum bendir á, at tvey lið fara at flyta niður úr bestu deildini.

 

Í kvøld var toppdystur í næstbestu deildini, tá ið oddaliðið AB vitjaði á Svangaskarði. B68 var undan hesum umfarinum á triðja plássi við 32 stigum, meðan AB var topplið við 40 stigum. AB er framvegis topplið við 40 stigum. B68 vann toppuppgerðina 2-0, og harvið hava toftamenn togað seg upp á 35 stig.

Málini hjá B68 skoraðu Otto Reinert Petersen og Esmar Clementsen.

 

NSÍ og Víkingur eru tey bæði liðini, sum hava verið næst við at skúgva toftamenn av bronsuplássini.

Í dag endaði tað 1-1, tá ið NSÍ var gestur hjá HB, meðan Víkingur á heimavøllinum í Leirvík vann 4-2 ímóti Suðringum.

Tað eru fýra stig frá B68 og aftur til Víking, og tað eru fimm stig frá B68 og aftur til NSÍ.

 

Tíðliga seinnapartin vann B36 32-0 á heimavølli ímóti ÍF.

 

Í kvøld vann Giza Hoyvík 4-3 í Klaksvík. Úrslitið ber við sær, at Giza Hoyvík lyfti seg burtur frá níggjunda plássi, og at B68 nú er bara eitt stig aftanfyri KÍ í kappingini um næstfremsta plássið.

Dramatikkurin var stórur fram ímóti dystarenda í Klaksvík. Tað restaði ein minuttir, tá ið Giza Hoyvík javnaði til 3-3. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, sóu tveir av Giza Hoyvík spælarunum reytt, men kortini eydnaïst tað Giza Hoyvík at skora til 4-3 og harvið at styrkja sína støðu heilt nógv í stríðnum fyri at sleppa undan at flyta niður.

 

 

Átjanda umfar

KÍ-Giza Hoyvík 3-4 (1-1)

Víkingur-Suðringar 4-2 (2-1)

B68-AB 2-0

HB-NSÍ 1-1 (1-1)

B36-ÍF 32-0 (17-0)

 

Støðan

AB 40

KÍ 36

B68 35

Víkingur 31

NSÍ 30

HB 25

Giza Hoyvík 20

B36 19

Suðringar 19

ÍF 0

 

Nítjanda umfar

Leygardagin 19. august

B68-KÍ

NSÍ-ÍF

Giza Hoyvík-HB

AB-Víkingur

Suðringar-B36