Leita á in.fo

Mynd: (B71.fo)

Tróndur Arge 07.02.2017 (19:31)

B71 nýggjan formann

B71 hevur fingið nýggjan formann. Oddmar Selfoss er avloystur av Jens Peturi Selfoss. Sum heild eru fýra nýggir nevndarlimir. B71 flutti í fjør niður í 2. Deild. Nýggjur venjari er málrevurin Símin Hansen, meðan Bakary Bojang er settur sum høvðusungdómsvenjari.

 

Les eisini: Málrevur skal venja B71

 

Úr B71 verður sagt, at tað er semja um at hugsa gjølla um bygnaðin hjá felagnum, og at størsti denturin skal leggjast á, at arbeiðsøkir í felagnum verða væl orðaði.Hetta so at tey, sum virka og spæla við felagnum vita, hvat fyri leiklut tey hava, eins og hvat fyri ábyrgd fylgir við, skrivar heimasíðan hjá B71.

 

Les eisini: B71 hevur sett ungdómsvenjara

 

Nýggja nevndin hjá B71 er skipað soleiðis:

 

Jens Petur Selfoss, formaður

Joen Peter Petersen, næstformaður

Hanus Johannessen, kassameistari/skrivari

Símin Hansen, nevndarlimur

Jónsvein Thomsen, nevndarlimur


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her