Bach í kertuljósi í Kirkjubø

Í annaðkvøld verður skipa fyri serligum tiltaki í kirkjuni í Kirkjubø, sum hevur íblástur úr London

Í annaðkvøld verður skipa fyri serligum tiltaki í kirkjuni í Kirkjubø, sum hevur íblástur úr London.

 

Í desember á hvørjum ári er tiltak í St. Martin In the Fields kirkjuni í London, sum er konsert, nevnd BACH IN CANDLE LIGHT.

 

Soleiðis verður skipað fyri konsert í Kirkjubøar kirkju í annaðkvøld, hóskvøldið 14. desember klokkan 19:30.

 

Ein kvartet og guitar spæla Bach á høgum støði. Sum nakað nýtt verður sokallað Mapping roynd, tað er at Kirkjan verður ljósskrýdd uttan. Ljóðtøkni stendur fyri hesum og hevur Carsten Arnskov gjørt forrittið.

 

– Aftan á konsertina hevur Føroya Bjór móttøku í Roykstovuni, og kanska verður eitt jólalag spælt har eisini, siga fyrireikararnir.

 

Tiltakið, sum er ókeypis, er stuðlað av Tórshavnar Kommununu og øðrum.

 

Fyrireikararnir siga, at valla er pláss fyri fleiri enn um 100 áhoyrarum, so tað er verða í góðari tíð.