fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.11.2017 (12:19)

Báðir partar muga vera rímiligir

Fundur er í morgun millum Semingsstovnin og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í samband við verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Semingsstovnurin hevur undir verkfallinum havt fleiri fundir við stríðandi partarnar, men hava teir mest verið fyri at hava fingurin á pulsin. Fundurin í morgin er hinvegin ein roynd frá Semingsstovninum at fáa glið á samráðingarnar aftur.


Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, og upplýsir fyri Miðlahúsinum, at tað er torført at meta um fundurin í morgun gevur úrslit.


- Slík er ringt at meta um, men vit eru áhugaði í at finna eina loysn. Tað er bara tað, at um vit skulu finna loysnir, so má tað vera rímiligt frá báðum síðum, sigur Jan Mortensen.


Sum partur av verkfallinum hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar lýst verkfall fyri limir felagsins í fleiri deildum í føroyska heilsuverkinum, men spurdur um hvussu nógv Fíggjarmálaráðið klárar aftrat, vísir Jan Mortensen til læknafakliga myndugleikan.


- Vit eru í samband við sjúkrahúsini, ið kunna um støðuna. Í síðsta enda verður tað læknafakligi myndugleikin, ið metir um hvat er haldbart og hvat er ikki haldbart. Men vit eru ikki komin har til enn, sigur Jan Mortensen.


Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fleiri ferðir víst á, at tað var Fíggjarmálaráðið, ið rýmdi av semingsfundinum. Tað er tó bara hálva søgan, sambært Jan Mortensen.


- Vit høvdu eina semingsroynd, ið ikki eydnaðist, tí partarnir vóru ósamdir. Støðan var tann, at tey hava lagt eina fullkomiliga nýggjan lønarskipan og sáttmála fyri okkum. Tá vit samráddust um vikuskiftið boðaðu vit frá, at vit ynsktu at hyggja eftir fleiri av hesum viðurskiftum, men tað var neyðugt at kanna slíkt í arbeiðstíð, tað vil siga mánadag og týsdag, so viðurskiftini kundu eftirkannast fíggjarliga. Tí vit kunna ikki loypa út í nakað uttan at kanna fíggjarligu avleiðingarnar av tí, sigur Jan Mortensen, og leggur afturat.


- Tað vildu tær ikki ganga við til. So vit fóru kanska fyrst út gjøgnum dyrnar, men har var einki at gera. Vit fingu ikki meira tíð at eftirkanna avleiðingarnar av krøvunum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her