fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2018 (10:48)

Bakkafrost fær neyðstreymskipan frá MEST

Í hesum døgum stendur MEST fyri uppseting av neyðstreymsanleggi til stóru smoltstøðina hjá Bakkafrost norðuri á Strond í Klaksvík. Talan er um 3 generatorsett við eini orku á íalt 5,4 MW frá stóra altjóða veitaranum FG Wilson.

 

Hendan skipanin er so máttmikil, at hon kann veita streym svarandi til 10 % av samlaðu elorkuni í Føroyum, um neyðugt. FG Wilson, sum eisini eru bergtiknir av føroysku náttúruni, siga seg vera sera ernar av at hava fingið hesa uppgávuna.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her