fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2019 (19:01)

Bakkafrost greiðir frá um burðardygga framleiðslu

Í dag hevur Bakkafrost almannakunngjørt sína aðru frágreiðing um burðardygga framleiðslu. Frágreiðingin gevur almenninginum innlit í fíggjarligu, umhvørvisligu og sosialu árinini av framleiðsluni. Frágreiðingin er fyrsta almenna dagføringin um, hvussu tað gekk í 2018 eftir ætlanini Sunt Lív.

 

Í frágreiðingini í 2018 setti Bakkafrost nøkur mál út í kortið; millum annað um upplýsingar um, hvussu Bakkafrost viðger umráðandi viðurskiftir. Ein kanning frá Mars 2019, sum er gjørd millum 400 persónar, vísti, at 90% av teimum spurdu søgdu, at tað er týdningarmikið, at Bakkafrost vísir opinleika í hesum spurningum.

 

Fleiri upplýsingar eru at finna í rapportini um, hvussu Bakkafrost arbeiðir fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina; eitt øki sum beint omanfyri helvtina av teimum spurdu, søgdu er tað týdningarmesta fyri felagið at menna.

 

Í frágreiðingini er ein dagføring av teimum fýra strategisku raðfestingunum, millum annað at økjast effektivt við ábyrgd, styrkja menniskjaliga kapitalin, liva upp til og fara longri enn leiðandi standardir innan havbúnað og at leggja virðir eftir seg og styrkja um sambandið í samfelagnum.

 

Í frágreiðingini fyri 2018 ber til at lesa um:

•            At stig eru tikin fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina á firðirnar við eitt nú at seta upp myndatól til eftirlit av fóðringini, at eingin koparimpregnering er í nótunum longur og at eingi kemisk evni verða brúkt til avlúsingina.

•            At stig eru tikin til at hugsa burðardygt gjøgnum alla virðisketuna við at liva upp til tey 10 prinsippini í UN Global Compact og menna gjøgnumskygni í veitingini av innihaldinum í fóðurframleiðsluni við at fara upp í Ocean Disclosure Project

•            At Bakkafrost hevur økt talið av alistøðum, sum hava ASC góðkenningar.

 

Frágreiðingin var fyri fyrstu ferð í samsvari við Best-practice International Global Initiative Standards, sum millum annað tryggjar, at feløg nágreiniliga og sambæriliga boða frá um teirra mest umráðandi burðardyggu árin.

 

- Vit eru nú eitt ár inni í ætlanini Sunt Lív. Hóast vit eru sera nøgd við framgongdina fyri okkara málum, so eru tað enn økir, sum vit mugu leggja høvuðsdentin á. Vit mugu fara í holtur við fellið í ringunum og menna arbeiðið fyri at minka um okkara ávirkan á firðirnar. Hetta eru tey økir, sum vit fara at leggja høvuðsdentin á í 2019, men eg eri sannførdur um, at vit fara at náa hesum við tiltøkum við millum annað at menna um sertifiseringina av okkara virksemi, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

 

Far her fyri at lesa “Sunt Lív - frágreiðingina um burðardygd 2018”. www.bakkafrost.com/sustainability


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her