Bakkafrost letur 513 milliónir krónur í vinningsbýti

Tey sum eiga partabrøv í P/F Bakkafrost fáa 513 milliónir krónur í vinningsbýti. Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 13. apríl 2018, fer nevndina at skjóta upp, at 10,50 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv, og tað er hetta sum verður eitt samlað vinningsbýti á 513 milliónir krónur.

 

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 258 milliónir krónur við ársenda 2017 í mun til 635 milliónir krónur við ársenda 2016. Bakkafrost hevði 1.005 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2017, og solvensurin hjá Bakkafrost var 70%.

 

Bakkafrost hevur í januar 2018 gjørt avtalu við Nordea um endurfígging av verandi láni á  850 milliónir krónur og 500 millióna virðisbrævaláninum – sum fall til gjaldingar í 1. ársfjórðingi 2018 – við einum nýggjum fimm ára láni á 200 milliónir evrur. Nýggja lánsavtalan kann økjast við 200 milliónum evrum afturat í hesum fimm ára skeiði. Lánsavtalan er treytað av endaligari undirskrift, sum væntandi verður í 1. ársfjórðingi 2018