Bakkafrost rindar 515 milliónir í vinningsbýti

Týsdagin verður aðalfundur hjá Bakkafrost. Skotið verður upp, at øll nevndin verður afturvald

Sambært skránni til aðalfundin verður skotið upp, at felagið tilsamans fer at rinda 515 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar. Í skránni til aðalfundi stendur soleiðis: „Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 8,70 kr. fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi 515 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann 30. apríl 2024. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti vinn­ingurin tilsamans 10.148 mió. kr.

Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 2. mai 2024, og skrásetingardagurin (record date) er 3. mai 2024.

Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið um 21. mai 2024.”

Nevndarlimir í P/F Bakkafrost verða valdir fyri 1 ár í senn og kunnu veljast aftur. Sambært viðtøkum felagsins skal ein valnevnd gera innstilling til aðalfundin um val av nevndarlimum.

Í nevndini hjá Bakkafrost sita, umframt formannin Rúna M. Hansen, sum verður valdur beinleiðis av aðalfundinum, Guðrið Højgaard, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen. 

Valnevndin hjá Bakkafrost skjýtur upp at Guðrið Højgaard, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen verða afturvald, umfamt formannin. Harafturat verður skotið upp at velja Alf-Helge Aarskog sum nýggjan nevndarlim. Valnevndin skjýtur eisini upp, at Rúni M. Hansen verður afturvaldur til formann.