Bakkafrost rindar líka nógv sum blokkurin úr Danmark

Skatturin av virkseminum hjá Bakkafrost fyllir áleið líka nógv í landskassanum, sum ríkisveitingin úr Danmark

 

.Soleiðis verður føroyski landskassin størsti avtakarin av vinningsbýtinum og skatti annars, sum Bakkafrost rindar. Tilsamans rindar Bakkafrost samtakið yvir hálva milliard beinleiðis í skatti.

 

Rúni M. Hansen er nevndarformadur í Bakkafrost, og er tað tí hann, sum í síðsta enda skal taka støðu til, hvat skal skjótast upp á aðalfundinum, og hvussu nógv vinningsbýtið skal rindast. Aðalfundurin er evsta vald í felagnum, og partaeigaraskarin er smáttbýttur yvir fleiri lond, og eingin einstakur partaeigari eigur yvir 10 prosent av partapeninginum.

 

Rúni M. Hansen sigur við info, at tá felagið í 2010 var skrásett á keypskálanum, og fólk og stovnar vóru boðin við at seta pening í felagið, varð sagt, at felagið hevði sum mál at gjalda millum 30 prosent til 50 prosent av yvirskotinum, aftan á skatt, út í vinningsbýti.

 

– Hetta hava vit gjørt á hvørjum ári síðani. Ein stórur partur av yvirskotinum er annars farið til íløgur, millum annað Havsbrún í Fuglafirði, smoltstøðinar á Viðareiði og við Strond í Klaksvík, nýggja virkið á Glyvrum og í tey trý størru skipini, vit hava keypt, umframt tvíkiljur og aðrar íløgur, sigur Rúni M. Hansen.

 

Spurdur, hvussu nógvar av teimum 425 milliónunum enda í føroyska landskassanum, sigur hann, at umleið 125 milliónir fara beinleiðis í landskassan. Sambært roknskapinum,sum varð framlagdur í gjár, verða harafturat 294 milliónir goldnar í partafelagsskatti og 108 milliónir í umsetningsskatti. Sostatt er samlaði skatturin, sum Bakkafrost samtakið rindar í skatti fyri árið 2016, 527 milliónir krónur.

 

Umframt beinleiðis skattin hjá Bakkafrost-samtakinum og vinningsbýtisskattin, so fær landið eisini lønarskatt frá starvsfólkunum hjá Bakkafrost. Tilsamans rindaði Bakkafrost í fjør 328 milliónir krónur lønum. Siga vit at umleið ein triðingur ella gott og væl tað er goldið í skatti, so er tað um tað lagið, at landið fær meira inn í skatti av virkseminum hjá Bakkafrost, enn landið fær í ríkisveiting úr Danmark, sum er 641,8 milliónir krónur.