Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 11.08.2017 (06:49)

Bakkafrost umhugsar smoltstøð á Sundi

– Er hatta økið har, so kann tað brúkast. Og vit kunnu bara byggja smolt stað, sum vit hava aliloyvi, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

Sosialurin skrivar í dag, at Bakkafrost hevur áhuga í vinnuøkinum, sum Tórshavnar kommuna er við at gera á Sundi.

 

Tað er komið fram, at ein umsókn er send býráðnum í Havn um at byggja virki til aling á landi á Sundi. Tá ið Bakkafrost hevur aliloyvið á Kaldbaksfirði, so er tað bara Bakkafrost, sum kann ala á Kalbaksfirði, soleiðis sum alilógin tilskilar.

 

– Vit hava eisini verið í samband við Tórshavnar kommunu um at byggja eina smoltstøð har. Tað krevur minst 40.000 fermetrar, um vit skulu byggja eina slíka smoltstøð. Men enn er hetta ikki so ítøkiligt, at nøkur umsókn er send Tórshavnar kommunu. Talan hevur bara verið um óformligt samskifti, sigur Regin Jacobsen við Sosialin.

 

Hann sigur tó, at hetta eru ætlanir, sum Bakkafrost hevur havt aftaná, at farið varð í gongd við at byggja smoltstøðina norðuri á Strond á Borðoynni.

 

– Vit valdu at gera tað fyrst, men ein útbygging á Sundi kann vera tað næsta. Vit klára ikki at gera fleiri íløgur á 700 milliónir í senn, sigur hann.

 

Hóast tað er væl hugsandi, at ein umsókn um at byggja eina alistøð á Sundi kemur frá Bakkafrost, so er timingin ikki tann rætta júst nú.

 

– Men kanska um tvey ella trý ár. Vit samskiftu við býráðið, sum sat áðrenn hetta býráðið tók við. Vit avtalaðu, at vit skuldu hoyra aftur frá umsitingini, men tað kom ongantíð so langt – og vit hava heldur ikki strongt á, tí tað hevur enn ikki verið so viðkomandi fyri okkum, sigur Regin Jacobsen.

 

Endamálið hjá Bakkafrost við at byggja eina smoltstøð á Sundi er at kunna ala fisk upp til 1 kilo á landi. Hetta ger, at tíðin frá tí at fiskurin kemur á sjógv til tøku kann styttast niður í átta mánaðir. Regin Jacobsen sigur við Sosialin, at so kunnu tey brúka teir innaru firðirnar til upp til 4 kilo og teir ytru firðirnar ella opið hav til at ala víðari.

 

Eitt slíkt øki sum tað á Sundi hevur sjálvandi áhuga hjá Bakkafrost, sigur stjórin, tí tað er ikki so nógva staðni, at tú kanst byggja ein so stóran bygning, sum krevst til eina slíka smoltstøð, og har tú hevur vatn.

 

– Vit sleppa ikki at bygggja eina smoltstøð, har sum vit ikki hava aling. So sum alilógin er, har ein alari á einum fjørði, so mugu vit byggja har sum vit hava aling, og tí er nýggja havnarøkið á Sundi áhugavert hjá Bakkafrost, sigur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her