Balslev slakar 13 milliónir í yvirskoti

Tað var eitt gott hjá P/f Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð í fjør. Felagði hevði slakar 13 milliónir krónur í yvirskoti, sum er nær um hálva aðru millión meira enn árið fyri.

 

Bruttuúrslitið er góðar 43,7 milliónir krónur í mun til góðar 40,6 árið fyri. Starvsfólkakostnaðurin í fjør var 25,2 milliónir í mun til 23,9 árið fyri.

 

Í leiðslufrágreiðingini skrivar felagið, at leiðslan metir, at virksemið verður tað sama í ár, sum tað var í fjør – og eisini verður roknað við sama úrslitið næsta ár.

 

Eginogning hjá Bygma Balslev er 80,2 milliónir krónur. Vinningsbýtið til partaeigararnar fyri 2017 er upp á 20 milliónir krónur.

 

Tað er A/S Bygma í Herlev í Danmark, sum eigur partapeningin í P/F Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð.

 

Í stjórnini hjá P/F Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð  eru:

Bent á Lava, Tórshavn

Helgi Joensen, Hvítanes

Sjúrður Olsen, Argir

 

Í nevndini sita:

 

Peter Hellerung Christiansen, Vedbæk, nevndarformaður

Klaus Hadsbjerg, Næstved, nevndarlimur

Niels Winther Poulsen, Hoyvík, nevndarlimur

Peter Schepler, Frederikshavn, nevndarlimur

Tummas Osmundarson Justinussen, Tórshavn, nevndarlimur