Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.03.2019 (11:24)

Bankin gerst dýrari at reka

Úrslitið hjá Betri Banka eftir skatt fyri 2018 gjørdist 96,5 milliónir krónur. Úrslitið er í stóran mun ávirkað av góðu tíðunum í Føroyum.

 

- Vit fegnast um, at útlánini øktust góð 10% í fjør. Vøksturin hevur verið bæði á privatlánum og vinnulánum. Á øllum deildum kring landið hava vit upplivað øktan eftirspurning eftir fíggingum, sigur Jean Djurhuus, forstjóri.

 

Sum SIFI-peningastovnur er væntandi, at Betri Banki fer at fáa munandi herd myndugleikakrøv til kapital og solvens. Hóast bankin er millum tryggastu peningastovnar í ríkinum, er talan um krøv, sum hava avbjóðingar við sær, bæði tá talan er um lønsemi og krøv til kapital. Økt kapitalkrøv føra til, at tað verður dýrari at reka bankan.

- Vit fara tó at arbeiða fyri, at hesi krøv í minst møguligan mun fara at ávirka okkara kundar,” sigur Jean Djurhuus.

 

Rentustøðið er lágt og hevur verið tað í nógv ár. Betri Banki roynir áhaldandi at halda útlánsrenturnar kappingarførar við rentustøðið í Føroyum og í grannalondunum.

 

Kundarnir eiga Betri, og stórur dentur verður lagdur á at menna tænastuna til kundan í samtakinum. Í 2018 gjørdi Betri umfatandi kundanøgdsemiskanning, har fleiri enn 5000 kundar vórðu spurdir. Kanningin gevur neyva vitan um tørvin hjá kundunum, og bankin fer at arbeiða miðvíst við hesum fyri at menna tænasturnar.

 

Betri Banki hevur í árinum keypt 24,7 % av partapeninginum í Suðuroyar Sparikassa.

- Betri Banki virkar einans í Føroyum, og tí var tað upplagt at taka av, tá vit fingu hendan møguleikan, sigur Jean Djurhuus.

 

Betri Banki væntar eitt úrslit áðrenn skatt í 2019 millum 40 og 70 mió.kr.

 

Árið í stuttum

• Ársúrslitið: 96,5 mió. kr.

• Úrslitið áðrenn skatt: 117,0 mió. kr.

• Afturførdar niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn: 54,0 mió. kr.

• Úrslitið áðrenn skatt, javnan av kapitalpørtum og niðurskrivingum: 60,7 mió. kr.

• Fíggjarstøðan javnvigar við 9.542 mió. kr.

• Útlán: 6.163 mió. kr.

• Innlán: 7.650 mió. kr.

• Yvirdekningur í mun til lógarkravda gjaldførið er 214,1 %

• Solvensurin við árslok er 26,5%


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her