BankNordik stovnar listasavn

BankNordik hevur stovnað BankNordik-savnið og samstundis givið nýstovnaða savninum 626 listaverk í gávu. Savnið skal umsita, varðveita og sýna fram tey mongu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini, umframt menna listasavnið og føroyska list.

 

BankNordik-savnið er skipað sum ein sjálvsognarstovnur, og BankNordik letur savninum 626 listaverk til ognar. Verkini eru virðismett til 5.040.000 kr. Umframt listaverkini letur bankin savninum 250.000 kr. í byrjanarpeningi og 150.000 kr. til árliga raksturin í 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021.

 

- Vit hava tikið stig til at stovna BankNordik-savnið, til tess at fleiri kunnu fáa gleði av listaverkunum.  Listagoymslan hjá bankanum er so mikið stór, at øll listin als ikki rúmast á bankadeildum og í bygningum okkara kring landið. Tí hava verkini ikki fingið ta sjónligheit, sum tey av røttum hava uppiborið, og hetta vilja vit nú broyta. Við nýggja BankNordik-savninum tryggja vit, at listin kemur til sín rætt og verður umsitin og viðlíkahildin á tryggan og virðiligan hátt, sigur Árni Ellefsen,forstjóri í BankNordik.

 

Endamálið við savninum er at geva øllum áhugaðum atgongd til at síggja áhugaverdu listina. BankNordik-savnið fer m.a. at skipa fyri sersýningum og læna listaverk út til søvn umframt almennar og privatar stovnar. Ætlandi verða listaverkini bæði sýnd fram á framsýningum í Føroyum og uttanlands, og harvið kunnu verkini fáa nýtt lív og skapa gleði fyri øll, sum hava áhuga fyri list.

 

BankNordik-savnið hevur fýra stýrislimir, ið gera uppskot til árligu skránna fyri virksemið hjá stovninum. Stýrið er sett saman soleiðis, at tað bæði umboðar kunnleika um føroyska list og innlit í fíggjar- og handilslig viðurskifti. BankNordik velur formannin, og Føroya Kommunufelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag og LISA velja hvør sín stýrislim. Í stýrinum eru Helgi A. Fossádal, formaður, Jákup Simonsen, vegna Føroya Kommunufelag, Árni Winther, vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag og Edward Fuglø, vegna LISA.

 

Umframt at umsita og varðveita tey 626 listaverkini, sum bankin letur, er endamálið við BankNordik-savninum eisini at menna savnið og stuðla menningini av føroyskari list. Stýrið kann eitt nú velja at selja listaverk og brúka sølupeningin til keyp av nýggjum listaverkum. Listaverkini, sum Føroya Landsstýri sambært avtalu við BankNordik hevur forkeypsrætt til, eru ikki partur av BankNordik-savninum.