fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.1m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 19.05.2017 (01:05)

Bannið rúsdrekka í skúlaveitslum

Ein meiriluti heldur, at studentaskúlar skulu selja rúsdrekka til fólk undir 18 ár. Í Frecericia Gymnasium í Danmark eru tey alt annað enn samd við hesum.

 

Øl, Breezers og vín eru fastir tættir í studentaveitslum. Tey ungu kunnu keypa rúsdrekka púra lógliga á studentaskúlanum, sjálvt um tey eru undir 18 ár og ikki ugu keypa rúsdrekka á matstovum og skeinkistøðum. 53,3 prosent í Region Syddanmark halda, at tað skal vera bannað studentaskúlum at selja alkohol til ung undir 18 ár. Tað vísir ein meiningakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Bláakross.

 

Á Fredericia Gymnasium eru tey ikki samd við meirilutanum.

 

– Hatta er eitt vánaligt hugskot. Eg haldi bara, at tað verður stuttligari at drekka seg fullan, um tað er forboðið. So leingi vit kunnu halda tað á tí støði, sum vit hava tað her á skúlanum, so haldi eg ikki, at tað skal vera bannað, sigur Josefine Jensen, næmingaráðsformaður á skúlanum við TV SYD.

 

Á skúlanum kunnu næmingarnir ikki keypa sterkt rúsdrekka, og tey av afturlætnar veitslur, har bert næmingar á skúlanum sleppa inn.

 

Rektarin á skúlanum heldur, at tað er betri strategi enn at seta forboð.

 

– Í tí løtu, vit seta forboð, so broytast veitslurnar her á skúlanum. Tá haldi eg, at veitslurnar fara at vera aðrastaðni, sigur Poul Erik Madsen, rektari á Fredericia gymnasium við TV SYD.

 

Heimsheilsustovnurin WHO hevur funnist at, at tað er ov lætt hjá ungum at fáa fatur á rúsdrekka í Danmark. Formaðurin í Alkohol og Samfund heldur eisini, at alkoholið skal út úr skúlunum.

 

– Alkohol hoyrir ikki heima á útbúgvingarstovnunum. Nú hava vit endiliga fingið tað burtur frá arbeiðsplássunum. Eg haldi ikki, at útbúgving og alkohol hóskar saman, sigur Annette Søgaard Nielsen, sum er forkvinna í Alkohol og Samvund við sjónvarpsstøðina.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja innslagið