fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Marjun F. Danberg, Neistin og Bára K. Hansen, Kyndil vitjaðu SportBoxina á Rás2 í morgun til eitt FM-finalu upptaktsprát

Heri Simonsen 21.04.2017 (13:45)

Bára ætlar ikki at "royta" seg til eitt FM

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini "SportBoxin" á Rás2 við tær báðar, Marjuna F. Danberg hjá Neistanum, og Báru K. Hansen hjá Kyndli.

 

Umframt, at báðar tosaðu um hvussu liðini hvør í sínum lagi skulu royna at fáa føroyameistaraheitið heim, so var eisini tosa um eina kenda støðu frá steypafinaluni, tá somu lið møttust í finaluni.

 

Bára K. Hansen slapp at fortelja sína uppliving av støðuni, tá hon "roytti" Eir Berg hjá Neistanum, ella tað vísti myndin hjá Álvi Haraldsen, ið hvussu er. Bára K. Hansen slær fast, at tað var als ikki so ógvusligt, sum myndin hjá Álvi Haraldsen vísti. Og tað verður ikki við slíkum metodum, at Bára ætlar at vinna FM.

 

Marjun F. Danberg letur ongan iva verða um, at tær í Neistanum fara at reisa seg aftur, og hon greiður avgjørd frá, at tað verður talan um tríggjar FM-finalur hjá kvinnunum hesaferð.