Leita á in.fo

Bára Gásadal gjørdist hepni vinnarin í Gekka-spælinum í kvøld, tá hjólið í fyrstu royndini steðgaði á hálvari miljón.

Vilmund Jacobsen 02.11.2018 (20:36)

Bára vann hálva miljón

Bára Gásadal gjørdist hepni vinnarin í Gekkinum í kvøld, tá hon í fyrstu royndini kom á bláa leypin, har hon hevði lagt hálvu miljónina, sum var høvuðsvinningurin í spælinum í kvøld.

 

Í práti við gekkavertin í kvøld greiddi hon frá, at hon nýliga er komin heim aftur úr Danmark eftir at hava lisið cand. merc. psyk., og nú er hon flutt heimaftur til Føroya at búgva.

 

Vit á In.fo hava loyvt okkum at brúka viðheftu mynd, sum Bára Gásadal hevur sum profil-mynd á sínari Facebook-síðu, og vit ynskja henni hjartaliga tillukku við góða vinninginum.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her