fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 24.01.2018 (20:13)

Barbara fekk virðislønina

Barbara í Gongini hevur í dag fingið Mentanarvirðisløn Landsins frá Føroya Landsstýri.

 

- Hon er gløgg og listaliga gáva. Hon hevur ment eina burðardygga, norðurlendsk og avbjóðandivøru, sum er høgt í metum um allan heim. Við íblástri úr føroysku náttúruni gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu, segði Rigmor Dam millum annað í røðu síni.

 

Barbara í Gongini er klædnasniðgevi. Hon fekk prógv á Designskúlanum hjá Kongaliga Danska Kunstakademinum í 1996. Í 2005 setti hon fyritøkuna Barbara í Gongini á stovn.

 

Seinastu árini hevur fyritøkan veruliga fingið vind í seglini. Millum kundarnar eru rokkstjørnan Lenny Kravitz og hon hevur eisini sýnt fram millum annað á Copenhagen Fashion Week.

 

- Eg eri so eyðmjúk. Eg risti illa og havi bleyt knø. Takk, takk so miriliga, stóra hjartaliga takk, segði Barbara í Gongini í takkartalu síni.

 

Í løtuni eru eini 10 føst starvsfólk í starvi hjá Barbaru í Gongini, umframt eini 10 óløntir starvsnæmingar.

 

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur. 

 

Hini, ið hava fingið Mentanarvirðislønina eru Rúni Brattaberg (2016), Annika Hoydal (2015), Tórbjørn Olsen (2014), Tróndur Patursson (2013), Tóroddur Poulsen (2012), Jóanes Nielsen (2011), Sunleif Rasmussen (2010), Kári P. (2009), Ebba Hentze (2008), Zacharias Heinesen (2006), Tita Vinther (2005), Hanus Kamban (2003), Gunnar Hoydal (2002), Eyðun Johannesen (2001), Ingálvur av Reynu (2000), Jens Pauli Heinesen (1999) og Regin Dahl (1998).


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her