Barcelona: Er helst yvirgangur

Ákoyringin í La Rambla í Barcelona er helst yvirgangur, metir løgreglan.

Enn er trupult at fáa váttað tíðindi úr Barcelona um bilálopið í La Rambla, har ein vørubilur hevur koyrt inn í eina mannamúgvu á handilsgøtuni.

 

Tað hevur ljóðað, at ein persónur í einum vørubili koyrdi inn í mannamúgvuna á handilsgøtuni La Rambla, har sera nógv fólk eru hvønn dag, serstakliga ferðafólk.

 

Eisini hevur ljóðað, at tvey fólk eru deyð, og 20 ella fleiri hava finið skaða, og hesi tíðindi eru enn ikki vist aftur.

 

Spanska løgreglan hevur sagt, at alopið verður metta at vera yvirgangsatsókn.

 

Miðlar og tíðindastovur skriva, at yvirgangsmaðurin ella menninir eru á eini barr nærhendis, men leggja dent á,at hesi tíðindi eru ikki váttað, og at trupult er enn at fáa greiðu á, hvat veruliga støðan er.