Barcelona keypt avloysara fyri Neymar

11-talið hjá Neymar hevur fingið nýggjan eigara í Barcelona

FC Barcelona hevur í dag kunngjørt keypið av 20 ára gamla fraklendinginum, Ousmane Dembele. Mett verður, at hann er keyptur fyri 770 milliónir krónur, men at upphæddin kann blíva enn hægri, alt eftir hvussu hann klárar seg.

 

Les eisini: Hesir skulu avloysa Neymar

 

Ousmane Dembele skifti í fjør frá franska Rennes til týska Borussia Dortmund. Har hevur hann veruliga fingið sítt gjøgnumbrot, hóast sín unga aldur. Í somu løtu Neymar bleiv seldur til PSG var Ousmane Dembele nevndur sum ein av trimum, ið Barcelona vildi hava sum avloysara.

 

Les eisini: Hesir báðir skulu bjarga Barcelona

 

Hinir báðir eru Philippe Coutinho úr Liverpool og Kylian Mbappé úr Monaco. Barcelona hevur upp til tríggjar ferðir í summar roynt at keypt Philippe Coutinho, men Liverpool vil ikki selja. Heldur ikki eftir, at Naby Keita avtalan er komin upp á pláss, sigur millum annað Guillem Balauge, kendur fótbóltsviðmerkjari.

 

Les eisini: Liverpool keypt Naby Keita

 

Ousmane Dembele hevur ikki heilt sama spælistíl sum Neymar, men stóra styrkin hjá honum liggur – eins og hjá Neymar – í at dribbla. FC Barcelona hevur eisini keypt Paulinho til miðvøllin.