fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Bárður Olsen og liðfelagarnir í AB hava nú tapt átta dystir á rað í Betrideildini

Heri Simonsen 12.08.2018 (19:25)

Bárður: AB fær ongar avgerandi dømingar við sær

Í dag tapti AB áttanda dystin á rað, og AB er avgjørt ringasta formliðið í føroyskum mansfótbólti fyri tíðina.

 

Royndi miðvallarin hjá AB, Bárður Olsen sum hevur spælt við toppliðum hjá EB/Streymi, HB og B36 tá hann var yngri viðgongur, at mótgongdin er strævin. Bárður sigur seg verða givnan at telja hvussu langt síðani tað er, at AB fekk eitt mál ella fekk eitt stig.

 

- Fyrsta málið hjá okkum má verða at skora eitt mál, sigur Bárður Olsen avgjørdur. AB hevur nevnliga ikki skorað mál síðani 22. juni, tá liðið tapti 1-4 ímóti B36.

 

- Vit skapa ikki nóg mikið í dag, viðgongur Bárður Olsen eisini um dystin ímóti 07 Vestur í dag. 

 

Bárður Olsen heldur, at dømingarnar ganga eisini ímóti AB. Hann heldur, at tað eru fleiri dømi um, at AB eigur brotsspark, har liðið ikki fær tillutað eitt brotsspark, og tað ørkymlar eisini Bárð Olsen: Vit fáa ongar avgerandi dømingar við okkum, staðfestir víkamaðurin hjá AB, ið heldur, at fríspark skuldi verið dømt til AB tá 07 Vestur skoraði sigursmálið. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1 við Bárð Olsen aftaná dysturin í Sørvági var liðugur.

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av sigursmálinum hjá 07 Vestur, og samrøðan Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Pauli Poulsen hoyrast HER

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her