Leita á in.fo

Heri Simonsen 13.03.2019 (19:15)

Barnafestivalurin byrjar leygardagin 30. mars (FM1)

Leygardagin 30. mars byrjar Barnafestivalurin í Norðurlandahúsinum. 

 

 

Barnafestivalurin er fastur táttur á várskránni hjá føroya fremsta mentanarhúsið, og er uttan iva eitt av hæddarpunktunum á árinum hjá nógvum barnafamiljum, skúlum og dagstovnum. Umleið 6.000 børn vitja barnafestivalin hvørt ár at uppliva føroyska, norðurlendska og altjóða list og mentan.

 

Skráin er sera fjølbroytt. Føroya Symfoniorkestur spælir tónleikaævintýrið "Veiða Vind", heimskendu Cirkus Cirkør vitja við sýningini "Bagage", Marionetteatern úr Svøríki spæla pinkubarnasjónleikin "Da-da-d"a, og øll fara at dansa saman til Danceoke. Størsta stjørnan, ið vitjar festivalin, er ungi danski youtubarin Rasmus Brohave, sum fer at siga frá sínum lívi og leiðini frá at vera ein erkvisin drongur úr Svendborg til at vera eitt "internetfenomen". Ein onnur ung stjørna, ið vitjar, er 15 ára gamli rapparin MachoMayne úr Noregi. Hann kemur til Føroya við sínum kulu rútmum og tekstum eftir fleiri konsertir á stórum festivalum í Noregi.

 

TRÝST á PÍLIN undir SJÓNBANDALAGNUM, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við Sunnevu Bæk frá Norðurlandahúsinum á FM1 fyrrapartin í dag.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr MachoMayne úr Noregi framføra lagið "Skolegården". 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her