Bartal sparkaði stigini í HB húsið

Eftir tvey tap í Gundadali er illa skaðadarvaða KÍ í kreppu

Tað er summarmáladagur, og at KÍ fyri triðju ferð á rað er á veg út Gundadali við tapi sigur, at trífalda meistaraliðið úr Klaksvík er í tungum sjógvi.

 

KÍ tapti stórsteypadystin ímóti HB 3-2, og KÍ tapti landskappingardystin ímóti B36 2-0.

 

Í dag tapti KÍ 1-0 ímóti HB. Talan var um ferðmikla og tætta uppgerð. Tað vóru møguleikar í báðum endum – í seinna hálvleiki var talan um stórar møguleikar – men tað sá leingi út til, at talan fór at vera um málleysa uppgerð.

 

Og so var tað í 90. minutti, at HB skoraði sigursmálið. Málskjútti var miðverjin Bartal Wardum, sum úr 10 metrum smekkaði bóltin flatt í netið. Tað var eftir horna og eitt sindur av aftur og fram, at Bartal skoraði. Miðverjin er ikki málskjútti á hvørjum ári. Í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð í ár í landskappingini, og í fjør skoraði hann eitt mál í landskappingini. Tað var fyri meiri enn einum ári síðani. 3. apríl í 2023 vann HB 2-0 ímóti B36, og Bartal Wardum skoraði fyrra málið.

 

Inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru møguleikarnir ikki so nógvir. Tað var ferðmikið, og talan var um nógv mistøk í uppspælinum.

 

HB vann tveir risastórar málmøguleikar. Samba var við í báðum, men tað eydnaðist ikki fyri opnum máli at fáa bóltin í netið.

 

So var tað KÍ, sum var tætt við, tá ið Páll A. Klettskarð við høvdinum sendi bóltin skeivu megin stólpan, og tá ið Pætur J. Petersen lyfti bóltin upp um Teit Matras Gestsson og eisini omanfyri tvørtræið.

 

HB venjarin Adolfo Sormani stórfegnast og rósar sínum monnum:

 

-Spælararnir stríddust, og eg fegnist um, at teir vístu so góðan moral, sum teir gjørdu, sigur Adolfo Sormani í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

HB hevur í seks dagar vunnið tvær ferðir 1-0 – á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti KÍ. HB hevur 12 stig og er av álvara við í kappingini um oddasessin.

 

KÍ venjarin Haakon Lunov er vónbrotin:

 

-Vit taptu aftur í Gundadali, tá ið tað var heilt tepurt. Sjálvandi eru vit vónbrotnir, men tað er ikki annað at gera enn at eftirmeta og at svara aftur. Tað er ein veruleiki, at vit sakna nógvar skaddar spælarar. Men í morgin fara vit undir fyrireikingarnar til næsta dyst, og tað gera vit við teimum spælarunum, sum eru tøkir, og sum í dag arbeiddu væl og vóru óhepnir einki stig at hava við sær til hús aftur, sigur Haakon Lunov.

 

KÍ hevur 9 stig og er seks stig frá toppinum. Næstu ferð eigur KÍ heimadyst ímóti B68, áðrenn HB verður gestur í Klaksvík í fyrsta umfari í steypakappingini. Í næsta umfari í landskappingini eigur HB heimavøll ímóti EB/Streymi.