Bátafelagið skipar fyri kappsigling

Bátafelagið á Bakka skipar fyri kappsigling á Skálafirði sunnudagin klokkan 15

Bátafelagið á Bakka skipar fyri kappsigling á Skálafirði sunnudagin klokkan 15

 

Eftir at steðgur var komin í siglingina, sum Lions Club Eysturoy og seinri Seglið skipaðu fyri gjøgnum mong ár, tók Bátafelagið á Bakka siglingina uppaftur á Eystanstevnu í fjør og er ætlanin, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak á Eystanstevnu.

 

– Við hesum tiltaki vil Bátafelagið á Bakka verða við til at varðveita og menna áhugan fyri sigling við seglum við føroyska bátinum, sigur Bátafelagið á Bakka í tíðindaskrivi.

 

Aftan á siglingina bjóðar Bátafelagið kaffi og pannukøkur í felagshúsunum, har steypahandan eisini verður. Bátur nr 1, 2 og 3 fáa steyp.

 

Um siglingina

 

Siglingarleið:

Siglt verður á Skálafjørðinum, og siglingarleiðin verður eftir sum ættin er, og málið verður við Bátahylin á Bakka.

 

Reglur fyri siglingina:

A.     Báturin

Luttakandi bátar kunnu verða 4 og 5 mannafør úr træi ella glastrevju.

 

B.     Seglið

Seglið skal ikki vera størri enn 6 ½ m2.

 

C.     Útgerðin

Sambært galdandi lóggávu.

 

D.    Tað er undir siglingini ikki loyvt at nýta

1.     Leysastýri

2.     Seglrigging uttanstokka

3.     Árar.