Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.09.2018 (08:34)

Bátar eru á veg til grindina

Bátar eru nú á veg út til grindina, ið bleiv funnin í Hestfirði í morgun. Tað upplýsir Karl Johansen, sýslumaður fyri Miðlahúsinum.


Tað vóru fólk, ið vóru á veg av Gomlurætt í bussinum í morgun, sum sóu grindina og boðaðu frá. Sum skilst lá grindin og grindaðist millum Gomlurætt og Hest, tá fólk bóru eyga við hana.


Sýslumaðurin upplýsir, at grindaboð blivu send út um átta tíðina og eru bátar, ið hoyra heima har á leiðum, nú á veg út til grindina. Tað er tó enn ov tíðliga at siga, hvar grindin verður rikin, men nevnir sýslumaðurin Havnina og Leynar sum møguligar hvalvágir.


Um talan er um grindahval ella springara, er ov tíðliga at siga nakað um.


In.fo fylgir málinum.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her