Leita á in.fo

Frá vinstru: John Murphy, Jógvan Skorheim og Tim Ecott. Mynd: Dávur Winther.

Danjal av Rana 12.04.2017 (23:25)

BBC ger upptøkur í Føroyum

Seinastu dagarnar hava tveir mans frá BBC, John Murphy og Tim Ecott ferðast runt í Føroyum og gjørt upptøkur. Í gjár vitjaðu teir Klaksvík, har teir millum annað hittu borgarstjóran, Jógvan Skorheim.

 

Teir hava eisini havt samrøður við millum annað útlendskar kvinnur, sum hava flutt til Føroya við monnum sínum.

 

Í Klaksvík vóru teir serliga áhugaðir í, hvussu býurin hevur ment seg sum samfelag seinastu árini og annars ta menning, sum Føroyum hevur verið fyri. Í Klaksvík búgva 90 fremmandafók úr 25 ymiskum londum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her