fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 07.04.2017 (15:56)

Beate 70 ár

Í dag, fríggjadagin sjeynda apríl, fer Beate Emilie Lindenskov Samuelsen, um tey sjeyti. Hon var í mong ár journalistur og eisini blaðstjóri á Dimmalætting.

 

Beate er uppvaksin í miðbýnum í høvuðsstaðnum, og har býr hon framvegis. Hon hevur sjálv sagt, at henni dámar so nógv best at vera í Havn, og tað er ikki meiri, enn tað kemur fyri, at hon er á bygd.

Barnaheimið var í Tróndargøtu – í húsunum sum vórðu nevnd Mitens hús, og sum nú eru móttøkuhús hjá Tórshavnar kommunu. Í hesum húsunum búði pápabeiggin, Trygvi Samuelsen, sum var sakførari og seinni var tingmaður fyri sambandsflokkin. Tað var um ta tíðina, at Beate varð fødd, at familjan flutti inn í hesi húsini at búgva.

 

Mamman var Rachel, sum var av Fonsdal fólkunum í Vestmanna. Pápin var Georg Lindenskov Samuelsen. Hann var havnarmaður, men búði sum drongur í nøkur ár í Fuglafirði, har pápin var sýslumaður. Hesin var Andras Samuelsen, sum í mong ár var formaður í sambandsflokkinum, og sum 1948-1950 var fyrsti løgmaður, eftir at heimastýrisskipanin var komin. Kona hansara var Beate, ið var úr Havn, og sum sjeyti ára føðingardagsbarnið er uppkallað eftir.

 

Rachel og Georg áttu tvær døtur. Lisbeth er átta ár eldri enn Beate.

Politikkur fylti nógv í barnaheiminum. Pápin var blaðstjóri á Dimmalætting, abbin var floksformaður og løgmaður og vitjaði mest sum hvønn dag, tá ið hann var í Havn til arbeiðis, inn hjá synunum Trygva og Georg, og Trygvi var sakførari og seinni eisini tingmaður.

 

Beate hevur altíð verið áhugað í samfelagsviðurskiftum. Heimliga umhvørvið mundi vera orsøk til, at Beate tíðliga í tíðini varð tilvitað um, at hon skuldi arbeiða við tí sama, sum pápin fekst við. Pápanum líkaði ikki, at dótturin varð journalistur, men Beate var treisk og miðvís, og tað endaði við, at hon varð journalistur og arbeiddi á Dimmalætting.

 

Hon leyk málsligt studentsprógv í Hoydølum í 1967, og so lærdi hon til journalist. Hon var fyrsti kvinnuligi journalisturin í Føroyum og saman við Jógvani Arge var hon fyrsti føroyingurin, sum var á journalistskúlanum.

 

Tað var ikki bara bara hjá ungari kvinnu at fáa starv á Dimmalætting, hóast pápin var blaðstjóri har í so mong ár. Hetta varð viðgjørt í nevndini, áðrenn hurðin varð latin upp, og Beate varð tíðindakvinna á Dimmalætting.

 

Kynsleiklutirnir vóru sera markantir, og tað var neyðugt hjá Beate at stríðast fyri at verða tikin í álvara. Eitt nú reiðarar og skiparar og politikarar, sum hon setti seg í samband við, høvdu ilt við at svara spurningum frá einari kvinnu.

 

Beate starvaðist øll síni arbeiðsár á Dimmalætting, har hon var blaðstjóri frá 1995 og fram til 2005. Í arbeiðnum møtti hon nógvum avbjóðingum og bæði innanlands og uttanlands, og hon var á eftirútbúgving eitt nú í USA. Umframt at skriva í Dimmalætting, hevur Beate skrivað so nógva aðra staðni - eitt nú í donskum bløðum og tíðarritum.

 

Í sekstan ár var Beate limur í barnaverndini í høvduðsstaðnum. Hetta var tá ið skipanin var soleiðis, at barnaverndarlimirnir vórðu boðsendir á staðið, tá ið avbjóðingar vóru og avgerðir skuldu takast upp á standandi fót. Umleið helmingin av tíðini í barnaverndini var Beate formaður.

 

Í 2001 varð Beate vald at umboða sambandsflokkin í Tórshavnar býráð, og har sat hon í átta ár.

Synirnir hjá Beate eru Michael Koba, Thomas Koba og Finnur Koba.