Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 13.09.2018 (22:15)

Beha lagt frá landi og stevnir nú norðureftir

Mikkel Beha, kendur sjónvarpsmaður og ikki minst kendur ævintýrari í egnum báti, hevur nú keypt nýggjan bát, og saman við familjuni hevur hann lagt frá landi, og kósin er hesaferð sett norðureftir.

 

Áður hevur kendi sjónvarpsverturin siglt undir heitum himmalhválvum.

 

Í november keypti Beha svenska bjarginarskipið Wallenberg, ið er bygt í 1951. Sterki skrokkurin og bjálvingin ger skipið egnað at sigla, har kuldi og ísur er.

 

 

Beha og familjan hava havt bátin sundur, og sjálvur metir Beha, at tað er ikki tann sentimetur á bátinum, har hann ikki hevur verið, og hann tekur skemtiliga til, at tey hava fingið skrúvað bátin rættiliga væl saman aftur.

 

Í løtuni er Beha familjan við báti sínum komin til Bergen. Ætlandi endar ferðin í norðurhøvum í Svalbard, men alt kann henda, verður sagt, og áður hevur Beha sagt, at Føroyar og Ísland ætlandi skuldi vitjast á hesi ferðini, sum nú er byrjað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her