Leygarkvøldið var konsert við Beinir á spælistaðnum Hotel Cecil í Keypmannahavn. Beinir hevur spælt nógvar konsertir einsamallur við gittara og klaveri, men leygarkvøldið førdi Beinir fyri fyrstu ferð fram nýggju løg hansara við bólki. Undir konsertini spældi Beinir tey løgini, sum vera at hoyra á komandi útgávu hansara í heyst.
Konsertin var á Hotel Cecil í Keypmannahavn, sum er eitt konserthøli í miðbýnum í danska høvuðstaðnum. Til konsertina vóru bæði føroyskir og danskir fjepparar komnir at hoyra unga føroyingin.
”Kenslan er fantastisk”
Tekstirnir hjá Beinir eru sera fjølbroyttir. Summir snúgva seg um at vera ungur og skula royna at klára seg sjálvan, meðan aðrir sangir snúgva seg um forelskilsi og kærleika ella um at hava ein dreym, ið kann tykjast ómøguligur at røkka. Tónleikurin kann lýsast sum ein blanding av poppi og singer-songwriter-tónleiki við fangandi niðurløgum, sum eru løtt at læra og syngja við til.
Beinir er sera væl nøgdur við konsertina, ið vardi í yvir ein tíma.
- Kenslan í dag er fantastisk. Eg verði altíð nokk so nervøsur til konsertir, har fólk keypa atgongumerki bara fyri at hoyra meg spæla, men eg neyt tað ordiliga. Bæði við bólkinum og við áhoyrarunum, sigur hann.
Til konsertina fekk Beinir møguleikan at vísa sangirnar fram, sum enn ikki eru útgivnir. Hetta helt hann rigga avbera væl.
- Tað var ordiliga stuttligt at spæla løg, sum eingin kendi. Ofta er tað lættast at spæl tey løgini, sum longu eru útgivin, men tey nýggju løgini vórðu ordiliga væl móttikin, sigur Beinir.
Hann leggur aftrat, at tað var fantastiskt at spæla ”Greener” og ”Romeo”, ið longu eru útgivnir, og at hoyra fjøldina syngja við.
##med3##
At spæla við bólki lyftir sangirnar á eitt hægri støði
So at siga allar sangirnar á komandi heildarútgávuni hevur Beinir framført fleiri ferðir einsamallur, men hetta var fyrstu ferð, at sangirnir vóru framførdir, sum teir fara at ljóða á útgávuni.
- Tað var ræðuliga gott. Eg havi arbeitt leingi við hesum løgunum, sum vit spæla, og eg havi spælt tey nógv einsamallur. Tað gevur sangunum ein heilt annan ham, tá mann hevur øll ljóðførini við. Bólkurin lyftir løgini á eitt heilt annað støðið, sigur Beinir. Hann leggur afturat, at tað var frálíkt at hava ein so dugnaligan bólk at kunna lena seg upp móti, hóast honum eisini dámar væl at spæla einsamallur.
Allir sangirnir á komandi heildarútgávuni eru á enskum. Tó bleiv ein føroyskur sangur eisini framførdur. Talan er um ein sang, ið ber heitið ”Kamarið”, ið Beinir hevur skrivað saman við Jónasi Gaard og Bárði Petersen. Teir hava áður víst sangin fram á sosialu miðlum, og tí vóru tað fleiri, ið kendust við hann og dugdu at syngja við.
##med2##
Konsertferð, staklag og heildarútgávu
Komandi leygardag tann 4. mai fer Beinir at spæla á SPOT-festivalinum í Århus, sum er ein festivalur, ið hevur til endmáls at vísa fram ymsan norðurlendskan tónleik. Beinir og bólkur hansara hava eisini aðrar komandi konsertir, sum ikki kunnu heilt avdúkast enn. Umframt tað er ætlanin, at Beinir við bólki fer á konsertferð seinni í ár at vísa løgini á komandi heildarútgávuni fram.
- Vit hava ætlanir um at spæla nakrar konsertir nú skjótt, men eg dugi ikki heilt siga nær og hvar enn. So ætla vit eisini at fara á konsertferð seinni í ár.
Beinir hevur útgivið tvey stakløg av heildarútgávuni; “Greener” og “Romeo”. Triðja staklagið kemur út í juni.
##med4##
Manningin á pallinum á Hotel Cecil:
Sang, gittara og klaver: Beinir Troest.
Trummur: Joakim Lambek.
Bass: Nikolaj Lippert.
Elgittara: Bárður Petersen.
Gestasangari og -gittaristur: Jónas Gaard.
Løgini:
Coming Home
The Hard Way
Wasting My Time
Tell Your Girls
By The Bus
Kamarið
When I Open My Eyes
Greener
Come Alive
Romeo
Eykaløg:
Stupid Blue
Call Me a Dreamer
##med5##
##med6##