fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 11.01.2019 (12:55)

Beinleiðis: Fólkaheilsuráðstevnan verður stroymað

Nú klokkan 13 verður Fólkaheilsuráðstevnan 2019 hildin í Sjóvinnuhúsinum, og tað er fult teknað til tiltakið. Tí hevur Fólkaheilsuráðið gjørt av at stroyma ráðstevnuna, soleiðis at tú kanst fylgja við heima frá.

 

HER ber til at stroyma.

 

Á ráðstevnuni verður ljós varpað á týdningin, sum fólkaheilsa hevur fyri bæði tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. 

 

Í hesum sambandi verður Fólkaheilsuvirðislønin 2019 eisini latin, og tað verður Sirið Stenberg, heilsu- og innlendismálaráðharri, ið fer at lata virðislønina. Almenningurin hevur seinastu vikuna havt møguleika at senda uppskot inn.

 

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt nakað munagott innan heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá fólki..


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her