Bellamy Brothers koma aftur til Føroyar

Tað eru júst 20 ár síðan, at vælumtókti countrybólkurin, »Bellamy Brothers«, vóru í Føroyum á fyrsta sinni. Og í 2017 koma teir so aftur til Føroyar við bólki at spæla til dans uppi í Høllini á Hálsi tann 4. februar.

 

Bellamy Brothers fullu fullkomuliga fyri Føroyum, tá teir á fyrsta sinni vóru her í 1997. Síðani tá hava teir verið her regluliga og spælt til dans fyri føroyingum fyri fullari høll hvørja ferð. Og teir vóna, at tað verður soleiðis hesaferð eisini.

 

Teir siga, at eftir sum at tað eru 20 ár síðan, at teir vóru her fyrstu ferð, so fara teir at spæla allar teir allarkendastu sangirnar, sum teir hava. Millum annað kunnu nevnast: "Let Your Love Flow", If I Said You Have A Beautiful Body", "Old Hippie", "Some Broken Hearts", "Sugar Daddy", "Feelin' The Feelin", "I Need More Of You", "Redneck Girl" og nógvar aðrar kendar sangir.

 

»Bellamy Brothers« eru sera væl umtóktir í Norðurlondum og í Europa. Og eru teir fleiri ferðir um árið her á leiðum og spæla fyri fullum húsum ymsastaðni. Størsti countryfestivalurin í Europa er í Sveits, og eru teir fast har og spæla á hvørjum ári. Eisini spæla teir til fleiri countryfestivalar í Norðurlondum. Og verða teir sera væl móttiknir alla staðni har teir spæla.

 

Teira sera fryntligu beiggjarnir Howard og David siga, at teir gleða seg sera nógv at koma hendanvegin saman við teirra sera væl samanspælandi bólki. Og vóna teir at spæla fyri nógvum fólkum. 

 

Eisini verður sera vælumtókti vágbingurin Hans Jacob Hjelm við bólki á palli hetta kvøldið. So tað verður góður tónleikur fyri allar pengarnar, siga fyrireikararnir.