Ben Arabo fekk fótin og 5,2 mió kr

P/F Betri hevur brúkt næstan 20 milliónir krónur í uppsagnarløn til tríggjar stjórar seinastu tvey árini

P/F Betri hevur brúkt næstan 20 milliónir krónur í uppsagnarløn til tríggjar stjórar seinastu tvey árini

 

Tað var ikki rætt, sum in.fo skrivaði fyrr í dag, at Ben Arabo fær 2,6 milliónir krónur fyri at verða sagdur úr starvi sum ovasti stjóri í P/F Betri. Keldan, vit brúktu, var ársroknskapurin fyri 2017.

 

Sambært tí roknskapinum, so passaði tað kortini. Men síðani Ben Arabo tók við sum stjóri 1. desember í 2017 hevur nevndin tvífaldað uppsagnarlønina hjá stjóranum, so hon svarar til tvær árslønir: 5.200.000 krónur.

 

Í hálvársroknskapinum fyri 2018, sum liggur á heimasíðuni hjá P/F Betrihttps://d3hjq49yp6wnen.cloudfront.net/media/10691/betri-banki-2018.pdf stendur nú undir notu 6:

 

»Stjórin í Betri P/F kann uppsigast við 24 mánaðar freist og kann sjálvur siga upp við 3 mánaðar freist.«

 

Í ársroknskapinum fyri 2017 stóð annars soleiðis undir notu 8 soleiðis:

 

»Stjórin í Betri P/F kann uppsigast við 12 mánaðar freist og kann sjálvur siga upp við 6 mánaðar freist.«

 

Tað merkir, at síðani Ben Arabo varð settur sum stjóri, so hevur nevndin í P/F Betri tvífaldað uppsagnartíð hansara.

 

Tilsamans hevur nevndin í P/F Betri brúkt 18.527.000 til tríggjar stjórar, sum eru sendir til hús seinastu tvey árini:

 

Ben Arabo: 5.200.000 krónur

Súni Schwartz Jacobsen: 8.960.000 krónur

Regin Hammer: 4.367.000 krónur